[1.]nViljið tær hoyra kvæði mítt,nvilja tær orðum trúgva,num hann Ólav Trygvason,nhagar skal ríman snúgva.nnGlymur dansur í høll,nDans sláið ringnGlaðir ríða Noregs mennntil Hildar ting.nn[3.]nKnørrur var gjørdur á Noregs landi,ngott var í honum evni:nsjútti alin og fýra til,nvar kjølurin millum stevna.nnGlymur dansur í høll,nDans sláið ringnGlaðir ríða Noregs mennntil Hildar ting.nn[8.]nHar kom maður á bergið omannvið sterkum boga í hendi:nJallurin av Ringaríkinhann meg higar sendi.nnGlymur dansur í høll,nDans sláið ringnGlaðir ríða Noregs mennntil Hildar ting.nn[10.]nEinar skalt tú nevna meg,nvæl kann boga spenna,nTambar eitur mín menski bogi,nørvar drívur at renna.nnGlymur dansur í høll,nDans sláið ringnGlaðir ríða Noregs mennntil Hildar ting.nn[11.]nHoyr tú tað, tú ungi maður,nvilt tú við mær fara,ntú skalt vera mín ørvargarpurnOrmin at forsvara.nnGlymur dansur í høll,nDans sláið ringnGlaðir ríða Noregs mennntil Hildar ting.nn[12.]nGingu teir til strandar oman,nríkir menn og reystir,nlunnar brustu og jørðin skalv:nteir drógu knørr úr neysti.nnGlymur dansur í høll,nDans sláið ringnGlaðir ríða Noregs mennntil Hildar ting.nn[71.]nEinar spenti triðja sinni,næt1ar jall at raka,ntá brast strongur av stáli stinna,ní boganum tók at braka.nnGlymur dansur í høll,nDans sláið ringnGlaðir ríða Noregs mennntil Hildar ting.nn[72.]nAllir hoyrdu streingin springa,nkongurin seg undrar:nHvat er tað á mínum skipi,nso ógvuliga dundrar ?nnGlymur dansur í høll,nDans sláið ringnGlaðir ríða Noregs mennntil Hildar ting.nn[73.]nSvaraði Einar Tambarskelvirnkastar boga sínnNú brast Noregi úr tínum hondum,nkongurin, harri mín !nnGlymur dansur í høll,nDans sláið ringnGlaðir ríða Noregs mennntil Hildar ting.nn[30.]nNú skal lætta ljóðið av,neg kvøði ei longur á sinni;nnú skal eg taka upp annan tátt;ndreingir leggi í minni !nnGlymur dansur í høll,nDans sláið ringnGlaðir ríða Noregs mennntil Hildar ting.